Ikki minst er tað seinasti sigurin í Lüzern, sum ger, at trúgvin upp á tær báðar er somikið sterk. Í teirri world-cup rógvingini var sterka kinverska manningin ikki við, men í juni eydnaðist eisini Katrin og Juliane at vinna á hesum, so heldur ikki tann setningurin skuldi verið púrasta ógjørligur at rokkið.
- Juliane og Katrin gerast betri og betri. Nakrar av trupulleikunum, sum tær høvdu í Linz, vóru longu rættaðir í Lüzern. Serliga innan teir fyrstu 500 metrar. Báðar tvær eru sterkar, men tær skulu rógvast betri saman, og tað er tað, sum arbeitt verður við nú, sigur Lars Christiansen.










