Gulltíð í Sørvági

Sørvágs Ítróttarfelag fylti 100 ár hósdagin, og leygarkvøldið varð skipað fyri stórum hátíðarhaldi í samband við dagin

Sørvingar hátíðarhildu 100 ára stovningardagin hjá Sørvágs Ítróttarfelag við manér leygarkvøldið. Eini 400 folk vóru savnað til veitsluhald og dans. Stór myndafrásøgn frá tiltakinum kemur í komandi blað.
Fyri fullum útblástri hildu sørvingar burturi og heima saman við innbodnum gestum leygarkvøldið 100 ára føðingardagsveitslu fyri Sørvágs Ítróttarfelag.
Til borðhaldið, har eini 400 fólk luttóku, varð mangt tikið fram bæði til gamans og álvara.
Og so sera væl høvdu sørvingar »timað« gildið, nú teir júst hendan dagin høvdu spælt seinastu dystirnar í flogbóltskappingini hjá monnum, har meistaradeildarliðið hjá SÍ, sum fyrr í vár hevurvunnið steypakappingina, eisini hevur vunnið meitaraheitið. Flogbóltssambandið valdi sera passandi at handa teimum steyp og heiðursmerki á sjálvari jubileumsveitsluni.
Men eisini kvinnuunglarnir hjá SÍ eru meistarar í ár, og tað fekk onkran av røðarunum at halda, at Sørvágur nú gongur eini snnari gulltíð á møti.
Men tað helt ein av undirhaldarunum ikki vera heilt satt. Tí í Sørvági hevði verið gulltíð, líka síðan Elephant ølið varð forboðið.