Gullstríðið púra opið

Oddaliðið úr Klaksvík telvar ímóti havnarliðnum, meðan vestmenningar hitta sandavágsmenn, ið eru avskornir á 4. plássi. Havnarmenn hava havt sterka manning í seinnu helvt og kunnu møguliga koppa klaksvíkingum og yvirhála teir. Og vestmenningar kunnu við stórsigri møguliga vinna FM. Tískil er støðan púra opin og spennandi í oddinum. Toftir og Klaksvík 2 telva ótýðandi dyst, tí toftamenn kunnu ikki longur bjarga sær í bestu deildini.

 

Spenningur er eisini í 2. deild, har Sandavágur eru 2 stig frammanfyri bæði havnarliðini í næstbestu deildini. Í 3. deild hava vestmenningar longu tryggjað sær gull í 3. deild og flyta upp í 2. deild..

Unglingar telva fríggjakvøldið í hølum Havnar Telvingarfelags. Har er somuleiðis spenningur í luftini, tí sandavágsdreingir eru skutin frammanfyri Havnina og Vestmanna undan seinasta umfari.