Gullspæl í hálvan tíma

Fyri steðgin spældu hoyvíkingar effektivt verjuspæl, uttan stórvegis møsn. Men tað var tó um reppið, at teir kortini lorkaðu sigurin burtur

Hondbóltur

Hoyvíkingar vunnu seg leygardagin einsamallar í oddin í føroyskum manshondbólti.
Talan var enn einaferð um týdningarmiklar uppgerð millum oddalið, tá StÍF var komið á vitjan. Og við sigrinum sementeraði H71 sína støðu sum ein av heilt alvorligu FM-biðlunum í ár.

Verja og málverji
Fyri steðgin var talan at kalla eisini um meistaraspæl. Við sera disciplineraðum verjuspæli, megnaðu heimamenninir nærum at halda StÍF púrasta frá skoringsmøguleikum. At StÍF ikki hevði nakra ferð á álopsspælinum, gjørdi sjálvandi ikki uppgávuna truplari í so máta, men tað var tó merkisvert, hvussu væl verja og málverji arbeiddu saman. Eitt var, at Levi tók alt, sum kom á hansara síðu í málinum. Annað var, at hann ikki eina tí einastu ferð varð seldur av verjuni, og tí gjørdist eisini hansara uppgáva av tí lættara slagnum.
Og strandingar tóktust ikki at hava nøkur vápn, sum kundu venda gongdini. Í øllum førum, so vórðu hesi ikki nýtt fyri steðgin. Og tað boðaði eisini frá óvanliga stórum passiviteti, at bonkurin als ikki gjørdi nýtslu av time-out møguleikanum fyri steðgin. Ístaðin koyrdi spælið alla tíðina í sama spori, har Alexandur og Leivur vóru mest sum teir einastu at bjóða av. Men har hvørgin teirra hevði stórvegis hepni við atsóknum sínum.

Dýrir avbrennarar
Onkur hevði á munni í steðginum, at tað kanska var soleiðis hjá StÍF, at teir enn merktu hørðu dystirnar móti Kyndli í beinunum. Og at uppgávan tí var mest sum vónleys.
Hvørt teir enn vóru nakað tungir, er ilt at meta. Men teir tóktust so ikki halda, at uppgávan var vónleys. Frá byrjan av seinna hálvleiki royndi StÍF at toga seg aftur í dystin. Tað eydnaðist tó ongan tíð at koma heilt upp á javnt, men fleiri ferðir høvdu teir tó av álvara møguleikan at toga seg aftur í dystin.
Men hvørja ferð, so vórðu møguleikarnir misnýttir. Ikki minst var seinasta royndin hjá Arturi Johansen ein av teimum dýru avbrennarunum. H71 hevði annars verið á odda 21-17, og tóktist hava punkterað dystin. Tvey skjót strandamál skaptu tó nakað av spenningi aftur, og við nærum tveimum minuttum eftir, kundi talan verið um øgiligan endaspurt. Men Jens á Skipagøtu bjargaði royndini frá púrasta leysa Artur, og so kundu hoyvíkingar draga andan nakað lættari. Eisini hóast tað kortini eydnaðist gestunum at minka um munin. Tá vóru vóru tó bara 15 sekund eftir, og tí eingin veruligur vandi. Og tá Jakob so eisini skoraði vakurt úr spískum í seinasta sekundinum, varð sigurin staðfestur.

Liggja væl
Og hesin heldur framvegis H71 á beinari finalukós. Við fýra stigum niður til StÍF er hóttanin frá hesi síðuni heldur ikki eins stór, sum hon hevur verið. Áðrenn farið verður í holt við seinnu hálvu av endaspælinum, hava hoyvíkingar á pappírinum lættan dyst, og tí liggja teir nú sera væl fyri í royndunum eftir øðrum finaluplássinum.
Her er StIF enn ikki heilt útspælt. Men tað er greitt, at uppgávan hjá teimum nú er væl truplari, enn hon hevur verið. Komandi vikuskifti eiga teir heimadyst móti VÍF, og tann dysturin skal helst enda við sigri, um strandingar skulu gera sær nakrar vónir um FM-heitið.

Fakta um dystin
H71-StÍF 22-20 (12-7)
Málskjúttar
H71: Halgir Dahl Olesen 8(1), Tróndur Vatnhamar 6(1), Sigtór Andreasen 3, Niels Viggo Niclassen 2, Piti Negru 2, Jakob Jónsson 1
StÍF: Alexandur Johansen 10(5), Leivur Justinussen 4(1), Artur Johansen 3, Bent Djurhuus 1, Bárður Danielsen 1, Jørmund Joensen 1
Brotskøst: H71 3, StÍF 9
Útvísingar: H71 6, StÍF 4
Dómarar: Jørn Møller Nielsen & Gert Aagaard. Høvdu eina hampuliga trygga linju. Og uppgávan gjørdist kanska eisini lættari, tá spælararnir heilt greitt høvdu virðing fyri útlendska parinum.