Gullrok á Eiði

Stór gullveitsla varð hildin á eiði, har føroyameistararnir umleið 850 fólk vóru komin saman at heiðra EB/Streymi. Tá so nógv fólk koma saman, er ikki óvanligt at okkurt rok verður, og sunnunáttina varð løgreglan fleiri ferðir boðsend til Eiðis

EB/Streymur gjørdist fyri fyrstu ferð í søgu felagsins føroyameistarir í ár, og tískil vóru sera nógv fólk, ið leitaðu sær til ítróttarhøllina á Eiði, har stóra gullveitslan varð hildin.

Tilsamans vóru umleið 850 fólk komin saman til veitsluna, og tá rúsdrekka er blandað saman við at so nógv fólk eru savnaði, er skjótt at okkurt rokið verður burturúr.

Sunnunáttina varð løgreglan eisini fleiri ferðir boðsend til Eiðis, hóast vaktarhald var við veitsluna.

Um klokkan 02.30 sunnunáttina varð løgreglan boðsend til Eiðis, tí at øgiligt rok var, og vaktirnir høvdu mist tamarhald á støðuni. Løgreglan úr bæði Runavík og Vágum komu á staðið, og tað endaði við at ein persónur varð burturvístur frá veitsluni.

Tó áðrenn løgreglan varð komin til Eiðis, fingu teir eina fráboðan um ein ungan mann, ið varð farin beserkaragongd inni í einum húsum á Eiði. Teir noyddust so at fara til húsaófriðin, áðrenn teir fingu farið niðan í ítróttarhøllina.

Talan var um ein ungan mann, ið er av Eiði, men sum ikki búði inni í húsinum, og hann varð tikin við á politistøðina at sova rúsin av sær, men eingin ákæra er reist í málinum. Í stuttari viðmerking nevnir vakthavandi, at tilburðurin eftir øllum at døma hevði verið sera skelkandi fyri fólkini, ið búðu í húsuinum.


Bitin í armin

Tá klokkan var farin av fimm, fekk løgreglan aftur eina fráboðan av Eiði, har eitt av vaktarfólkunum varð bitið í armin av einum manni. Í tí førinum er so eitt mál upprættað.

Seinni aftur, klokkan 05.50, kom enn ein fráboðan úr høllini á Eiði, har ein persónur hevði fingið skaða í høvdið. Eftir øllum at døma var hann dottin, og hann varð so koyrdur á skaðastovuna.


Eisini ófriður í Runavík

Í Runavík var eisini fótbóltsveitsla, og heldur ikki har gekk tað heilt friðarliga fyri seg. Umleið klokkan 5 sunnunáttina fekk løgreglan fráboðan um størri rok við høllina í Runavík, har millum 20 og 30 fólk vóru við í leikinum. Løgreglan var á staðnum, og onkur fólk vóru so koyrd til hús, og friður varð fingin í lag aftur.

Aðrastaðni í Runavík, klokkan 05.10, varð løgreglan boðsend at burturvísa nøkrum fólkun, ið ætlaðu sær í morgunball í Runavík.

Fyrr á kvøldinum var ein ung genta hjálpt avstað, eftir at hon var sovnað uttanfyri eitt skeinkistað í Runavík. Eisini var ein fullur maður vaktur og koyrdur til hús at sova rúsin av sær.