Gullregn í Berlin

Stór svimukapping var í Berlin um vikuskiftið. Kappingin var bæði fyri rørslu- og menningartarnað og einir 600 svimjarar úr øllum heiminum vóru við. Føroysku luttakararnir vóru tey bæði 10 ára gomlu, Dann Akursmørk og Krista Mørkøre, sum tóku lut í barnabólkinum. Krista umboðaði ÍSB á fyrsta sinni. Harumframt var Ragnvald Jensen við. Hann var við í bólkinum S14, sum er fyri svimjarar við menningartarni. Svomið varð í 50 m hyli, og úrslitini vóru framúr góð : Dann vann 6 heiðursmerki ( 3 gull í 100 m frí, 50 m firvald og 50 m frí, 1 silvur í 50 m rygg og 2 bronsu í 50 m bringu og 100 m bringu). Krista vann somuleiðis 6 heiðursmerki (2 gull í 50 m og í 100 m frí; 2 silvur í 50 m rygg og 100 m bringu; 2 bronsu í 50 m bringu og 100 m rygg). Ragnvald vann 6 heiðursmerki ( 2 gull í 50 m bringu og 200 m frí, 4 silvur í 50 m og 100 m frí, 50 m rygg og 100 m bringu. Harumframt vórðu sett 5 føroysk met og 9 persónlig met.