"Gullradio" verður á Rás2 2. oktober

"Gullradio" verður sent fýra tímar frá klokkan 13 til 17. Talan er um 9. "Gullradio" sendingina í søguni hjá Rás2

Fríggjadagin 2. oktober klokkan 13 til 17 fer Rás2 at halda fast við árliga siðin at hava "Gullradio" fyri FM-vinnarunum. Partur av Gullradio-sendingini verður fótbóltspanelið, sum fer at verða mannað, sum vant millum klokkan 16.10 og 17.

 

"Gullradio" er eisini møguleiki hjá bæði lurtarum og lýsarum at senda eina heilsu til føroyameistararnar, B36.

 

Í sendingini verða bæði bandaði innsløg, "live" prát, og B36-løg, og vinnaraløg annars verða spæld í sendingini.

 

Talan er um 9. "Gullradio" í søguni hjá Rás2. Í 2007 varð Gullradio fyri NSÍ. Í 2008, og í 2012 varð Gullradio fyri EB/Streym. Í 2009, 2010, og í 2013 varð Gullradio fyri HB. Í 2011 og í 2014 varð Gullradio fyri B36, og í ár verður so triðja Gullradio fyri B36.

 

Í 2007 varð sent úr Runavík, og í 2008, og í 2012 varð sent úr Norðskála og Oyrabakka. Tey árini HB og B36 hava vunnið hevur Gullradio altíð verið sent úr Havn.