Síðani 2007 hevur tað verið fastur táttur á Rás2 at hava GULLRADIO fyri FM-vinnaranum í bestu mansdeildini, og í morgin verður einki undantak.
Sent verður millum klokkan 15.0 og 18.30. Skráin fyri GULLRADIO, sum hoyrist á www.midlar.fo, FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7 verður hendan:
Klokkan 15.05-16.00 = Vit hoyra eina ljóðkavalkadu við samrøðubrotum og frásøgn av málum frá teimum 27 dystunum Vìkingur spældi í effodeildini í ár. Heri Simonsen hevur klipt og sett saman. Tróndur Arge, Hilmar Jan Hansen, Petur Asbjørn Lervig og Árni Gregersen søgdu frá dystunum. Vit hoyra samrøðubrot við Hanus Jacobsen, Atla Gregersen, Sølva Vatnhamar, Hans Jørgen Djurhuus, Gert Hansen, Fróða Benjaminsen og Sámal Erik Hentze, sum vóru gjørd aftaná ymisku dystirnar.
Klokkan 16.05-17.00 = Vit hoyra samrøðurnar Petur Asbjørn Lervig hevur gjørt við Atla Gregersen, Hans Jørgen Djurhuus, Brand Jacobsen og Ólav Thomsen.
Klokkan 17.15-18.00 = Vit hoyra samrøðurnar Petur Asbjørn Lervig hevur gjørt við Svenn Ó. Olsen, John Reid Nybo, Marius Dam Vang og Per Eirik Húsgarð. Vit hoyra eisini Trónd Arge seta orð á avrikið hjá Víkingi.
Klokkan 18.00-18.30 verða Sámal Erik Hentze og Sorin Anghel gestir í Rásarúminum í Krosslíð í Havn til eitt beinleiðis prát. Lurtararnir kunnu smsa eina heilsu inn til FM-vinnararnar, og annars eisini smsa spurningar og viðmerkingar til Bagga og Sorin til sms-skipanina hjá Rás2, sum hevur nummar 559999.
Allar samrøðurnar frá GULLRADIO koma út á in.fo seint seinnapartin, og út á kvøldið.