GULLRADIO fyri FM-vinnarunum á FM1 fyrrapartin í morgin

Gullradio fyri FM-vinnarunum hjá KÍ verður í morgin millum klokkan 9 og 12.

Fyri 16. ferð í søguni hjá FM1 og gamla Rás2 verður sendingin: GULLRADIO á skránni, har FM-vinnararnir í Betrideildini hjá kvinnum vera heiðraðir. Fyrstu ferð var í 2007, tá NSÍ vann FM í bestu deildini hjá monnum. 

 

Millum klokkan 9 og 10 verður ein ljóðkavalkada at hoyra við frásagnarbrotum við málum og samrøðubrotum frá øllum kappingarárinum hjá KÍ í Betrideildini 2022. 

 

Millum klokkan 10 og 12 vera beinleiðis samrøður við umboð fyri KÍ-leikarar og onnur, ið varða av KÍ. Onkrir KÍ-sangir vera sjálvandi eisini at hoyra. 

 

Lurtararnir kunnu senda spurningar og viðmerkingar, umframt lukkuynski inn á nummar 559999.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo