Gullradio fríggjadagin

Fótbóltsgullið hjá EB/Streymi ávirkar sjálvandi eisini skránna hjá Rás2.

Fríggjadagurin verður nú allur sum hann er settur av til føroyameistarnar, sum spæla sín seinasta dyst leygardagin.

- Vit vóru júst byrjaði við rásini, tá NSÍ vann gullið í fjør, og ta ferðina gjørdist talan um eina rúkandi succés við gull-radio, har alt økið bakkaði upp kring sendingina. Og á sama hátt vilja vit heiðra EB/Streymi, nú teir hava vunnið gull, og vónandi fær sendingin eins góða móttøku hesaferð, sigur Birgir Waag Høgnesen, marknaðarleiðari á Rás2.