Fótbóltur
Onkur hevði á orðið at nakrar av rekettunum vóru frá 2006, gullslipsini, sum nógv hava flent at komu til sín rætt, gullølirnar vóru endiliga druknar og so framvegis. Men øll vóru á einum máli um, at hetta smakkaði betur enn nakar hevði roknað við.
Tá leikararnir komu sóu summir heilt heitir út, í mun til beint eftir dystin. Teir stillaðu seg allir út á vøllin, har »Vit eru greipuvinnarar« varð sungin fleiri ferðir. Harumframt vóru sangir sum »Vit hava vunnið gull« og »Saman í felag í senn« sungnir.
Báðir venjararnir tóku orðið og greiddu báðir frá, hvussu fegnir teir vóru um, at hava møguleikan at venja EB/Streym. Fleiri av fjepparunum tóku orðið, og stadionspeakarin var sum hamskiftur frá dystinum ímóti B 36 fyri góðari viku síðani.
Summi flentu eisini at, at tey høvdu bíðað alt lívið eftir hesum, meðan Sorin Anghel, ið hevur verið ein av ímyndunum av framgongdini hjá EB/Streymi ikki ordiliga sá út til at skilja, at liðið endiliga hevur rokkið á mál.
Trúføstu bindiklubbakonurnar hjá EB/Streymi hava nokk heldur ikki sungið harðari og betri í alt ár, men tær vandu eisini óført meðan dysturin á Skála var.
Alt í alt ein løta við nógvum gullrúsi og nógvari gleði.
Nú bíða EB/Streymafólk bert eftir at vinda burturúr HB leygardagin, og harvið sláa seymin tann eyka millimeturin.










