Tað var sannur dramatikkur móti endanum av dystinum. Tað var javnleikur 20-20 og 21-21. Í síðstu sekundunum setti Rasmus Søby bóltin í netið til endaligu støðuna 23-22 til Neistan, ið sostatt er vinnari av Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum.
Í steðginum var Neistin á odda 9-8. Kyndil var á odda 16-12 í seinna hálvleiki, men Neistin át seg innaftur í dystin, og endaði við at standa á sigursskamlinum.
Rasmus Søby gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við seks málum, men tað verður helst bara mál nummar seks, ið neistafólk fara at minnast og tosa um í framtíðini.
Bartal Klein Olsen, Tummas Pauli Hanusarson og Hjalti Mohr Jacobsen hjá Kyndli við fýra málum hvør.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við spælarar og venjarar hjá Neistanum aftaná steypafinaluna.
Samrøðurnar eru í hesari raðfylgjuni:
1) Karl Martin Olsen
2) Pætur Mikkjalsson
3) Rasmus Søby, matchvinnari
4) Jeppe Borch, høvuðsvenjari
5) Theis Horn Rasmussen, hjálparvenjari
6) Steypahandanin
7) Tróndur Kragesteen
HERber til at hoyra ein samandrátt uppá 15 minuttir frá steypafinaluni millum Neistan og Kyndil. Sjúrður H. Hoydal segði frá og Dia Midjord var viðmerkjari.










