Gullprát við ovurfegnar KÍ-arar og steypahandanin (FM1)

(FM1) Hoyr spontanar samrøður Sjúrður H. Hoydal hevði við fegnar KÍ-arar aftaná FM-gullið var komið í hús í Gundadali

##med2##

KÍ vann greiðan og uppibornan 3-0 sigur á B36 á ovara vølli í Gundadali í dag.

Aftaná dystin fór reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal út á vøllin at práta við fegnar leikarar, venjara, formann og gamlar spælarar hjá KÍ og fjepparar.

Á ljóðfíluni hoyra vit eisini løtuna tá KÍ fekk steypið handað.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra tey mongu stuttu og spontanu prátini við fegnar KÍ-arar.

Heilt við endan av ljóðfíluni hoyra vit viðmerkjaran hjá FM1, Teitur Joensen runda av eitt uppiborið FM-gull til KÍ. 

##ms##

(Gullprát við fegnar KÍ-arar og steypahandanin, umframt stutt samanumtøka)