Gullprát við Fleyr-spælarar og venjara (Rás2)

(Rás2) Hoyr samrøðurnar Hilmar Jan Hansen gjørdi við spælarar og venjara hjá steypavinnarunum hjá Fleyr

Fleyr er steypavinnari hjá kvinnum í flogbólti. Tað gjørdist veruleiki tá Fleyr vann 3-2 á Drátti.

 

Talan var um eitt rimmar comeback hjá Fleyr, sum var aftanfyri 0-2 í settum. Dráttur vann 25-22 og 25-22, men so vendi dysturin. Fleyr vann triðja sett 25-15, fjórða sett 25-21 og fimta sett 15-8.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Hilmar Jan Hansen, frásøgumaður gjørdi beinleiðis á Rás2 tá dysturin er liðugur.

 

Raðfylgjan er:

 

1) Katrin Petersen

2) Kristian Mikkelsen, venjari 

3) Røða: Annika Olsen, borgarstjóri

4) Handanin av gullheiðursmerkjum og steypinum

5) Anna Sára Skaalum

6) Súsanna Ludvig 

 

Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við Ruth Albinsdóttir hjá Drátti hoyrist HER

 

Frásøgnin av teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum, sum Hilmar Jan Hansen segði frá á Rás2, og viðmerkingarnar hjá Jákupi Fjallsbak hoyrast HER