ÍF er FM-vinnari í flogbólti hjá monnum. Tað er veruleiki aftaná fuglfirðingar vunnu 3-2 í fyrru FM-finaluni og 3-1 í seinnu FM-finaluni. Mjølnir vann annað sett, og var væl við í triðja settið, men í fjórða settið vann ÍF knúsandi trygt. Settmunurin var 25-19, 22-25, 25-22, 25-12.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Hilmar Jan Hansen gjørdi við fegnar FM-vinnarar hjá ÍF.
Á ljóðfíluni eru samrøðurnar í hesari raðfylgjuni:
1) Samrøða: Hjørtur Eliasen
2) Samrøða: Meinhard L. Mohr
3) Samrøða: Bjarni Larsen
4) Røður: Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og Rønn Eliasen, mentanarleiðari í Fuglafjarðar kommunu.
5) Steypahandan
6) Samrøða: Magnus Tausen, formaður í FBF
7) Samrøða: Bartal Eliasen, ið væntar, at hetta var seinasta kappingarárið, men hann torir ikki at lova tað.
Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við Jón Syderbø hjá Mjølni hoyrist HER
Frásøgnin hjá Hilmari Jan Hansen av teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum, og samanumtøkan hjá viðmerkjaranum, Jens Hera Bolstad Mortensen hoyrast HER