Gull hevur ongantíð verið so dýrt sum nú, og íleggjarar tryggja sær gull, tí teir stúra fyri, at tann fíggjarliga kreppan í evrulondunum fer at versna.
Í síðstu viku setti gullprísurin met, men longu gjáramorgunin setti hann nýtt met. Tá kom prísurin upp á einar 8.500 krónur fyri eitt ounce, sum er um góð 28 gram.
Greinarar siga, at tað er ikki bara figgjarkreppan í fleiri av evrulondunum, sum trýstir gullprísin uppeftir. Ein onnur orsøk er, at politikararnir í USA ikki kunnu semjast um, hvussu nógv amerikanski ríkiskassin kann skylda.