"Gullpensillinn" á Listastevnuni


Listasamtakið "Gullpensillinn" sýnir fram á Listastevnuni. Her teljast íslendsk listafólk, ið verða søgd at umboða nýggjaru listina

 

Um eina viku er stóra Listastevnan í hægsta blóma. Alskins tiltøk eru á skránni. Eisini ein stór vitjan úr íslandi.

14 listafólk eru í samtakinum "Gullpensillinn". Hesi hava í ár sýnt fram aðrastaðni, t.d. í Berlin í juli.

Tá listastevnan letur upp, verða 4 av listafólkunum til staðar í Listaskálanum. Hallgrímur Helgasson er ein teirra. Hann er, umframt listamaður, eisini kendur undirhaldari av sonevnda stand-up comedian slagnum. Eisini hevur hann fyri stuttum skrivað ertandi um Ísland og íslendingar í tveimum teimum seinastu vikuskiftisavísunum.

Fólkini handan "Gullpensillinn" eru: Birgir Snæbjörn Birgisson, Daði Guðbjörnsson, Eggert Pétursson, Georg Guðni Hauksson, Hallgrímur Helgason, Helgi Þorgils Friðjónsson, Inga Þórey Jóhannsdóttir, Jóhann L. Torfason, Jón Bergmann Kjartansson, Kristín Gunnlaugsdóttir, Sigríður Ólafsdóttir, Sigurður Árni Sigurðsson, Sigtryggur Bjarni Baldvinsson og Þorri Hringsson.