Heiðurslimur
Tað er neyvan nakar fótbóltshugaður føroyingur, sum ikki kennist við Torleif Sigurðsson. Fyrrverandi fóbtóltsbossurin var í mong ár synonymur við føroyskan fótbólt, og ikki minst var hann ein av krumtappunum í arbeiðinum at fáa føroyskum fótbólti altjóða góðkenning.
Tað er nú hálvt annað ár síðani, at hann á FSF-fundi í Norðurlandahúsinum takkaði fyri seg, og mikudagin kom so higartil seinasta viðurkenningin fyri arbeiði hansara, tá hann varð kosin heiðurslimur í Fótbóltssambandinum. At hetta so varð gjørt samstundis sum FSF-bygningurin endaliga varð tikin í nýtslu, var sum so sera hóskandi, tí eftir altjóða góðkenningina vóru júst hølisviðurskiftini hjá FSF eitt av aðalmálunum hjá Torleifi. Eitt mál, sum hann gekk somikið høgt uppí, at hann tað eina árið setti formanssessin upp á spæl hesum viðvíkjandi.
Umframt Torleif eru tað bert Hallgrím Gregersen úr Gøtu og Hjalmar Joensen úr Fuglafirði, sum eru kosnir heiðurslimir hjá Fótbóltssambandinum.