Bjargingarfólk royna í dag at røkka fram til tey 18 fólkini, sum eru innibyrgd í eini minu, sum sakk saman í Kina.
Tað upplýsa kinesiskir ríkismiðlar.
Talan er um eina gullminu í landnyrðingspartinum Xinjiang-landspartinum.
Tilsamans arbeiddu 40 fólk undir jørðini í minuni, tá hon small saman.
22 eru bjargað upp, men 18 eru framvegis fangað undir jørðini.
– Eitt bjargingarlig er á veg fyri at fáa hini fólkini upp, upplýsir ríkismiðilin, tíðindastovan Xinhua.
Vanlukkan hendi umleið klokkan 13.40 lokala tíð í gjár. Tað upplýsa myndugleikar í Xinjiang sambært sponsku tíðindastovuni Europa Press.
Enn er orsøkin til vanlukkuna ókend. Økið er við at verða tryggja fyri at sleppa undan fleiri samansøkkingum í økinum, skrivar tíðindastovan.
Minutrygdin er bøtt í Kina seinastu árini. Tað sama er galdandi fyri fjølmiðlaumrøðuna av hendingum, sum tað mangan áður als ikki varð greitt frá.
Men tað eru framvegis javnan vanlukkur, og tað er ein ídnaður, har trygdin kann vera vánalig. Tað snýr seg serliga um tær primitivu minurnar.
Í september í fjør vóru 19 minufólk fangað undir jørðini, tá ein kolamina sakk saman. Tey vórðu funnin deyð, tá leitað hevði verið leingi eftir teimum.
Í desember í 2021 vóru 20 arbeiðsfólk bjargað úr eini kolaminu, sum var undir í vatni í Shanxi-landspartinum, meðan tvey doyðu.
Vanlukkan í gjár hendir í Yining-økinum í Xinjiang-landspartinum. Minan er umleið 100 kilometrar frá markinum til Kasakhstan.
/ritzau/AFP