Vestmenningur og Fram eru á Vestmanna í dag, báðir hava fulla last - umleið 280 tons tilsamans.
Teir fóru av Vestmanna seint seinasta hóskvøld, so teir hava bara fiska í 4 døgn, nú teir komu inn tíðliga í morgun.
Gulllaksafiskiskapurin hevur roynst heilt væl í ár, kanska tað besta árið, sum hevur verið.
Meginparturin sum Vestmenningur og Fram hava fiskað í ár, er arbeitt í Vestmanna, men onkuntíð hevur annar báturin landað aðrastaðni. Eisini hava teir selt ísaðan gulllaks til eitt russiskt skip, sum so siglir til Hetlands við gulllaksinum, og skipar hann umborð á eitt russiskt móðurskip, sum liggur í Hetlandi.
Tað russiska skipið er aftur á Vestmanna í dag, hvussu nógvan gulllaks teir keypa í dag, vita vit ikki við vissu, men talan er um hampuliga stóra nøgd, helst um 100 tons. Hetta er triðju ferð, at russiska skipið keypir gulllaks í Vestmanna.