Gulllaksaskip sigla fullfermd

Í gjár landaði Eysturbúgvin í Saltangará, og í morgin koma Polarhav og Stjørnan full undir lúkurnar við gulllaksi

Fiskivinna

 

Gulllaksavertíðin byrjaði tíðliga í ár, og tey fýra skipini, sum higartil eru á gulllaksi, hava fiskað rættiliga væl.

Í gjár vóru Eysturbúgvin og Vesturbúgvin inni. Skipini vóru bæði fullfermd. Eysturbúgvin landaði 240.000 pund í Saltangará, meðan Vesturbúgvin landaði umleið somu nøgd í Vestmanna.

Í morgin koma Polarhav og Stjørnan inn at landa, full undir lúkurnar.

Á landingarmiðstøðini í Saltangará siga tey, at skipini hava eini 500.000 pund tilsamans.

- Jú, tað hevur gingið væl hjá skipunum, síðan tey fóru á gulllaks í ár.

Vestmenningur og Fram, sum eisini fara á gulllaksaveiði, eru ikki lidnir á skipasmiðjuni í Havn, har skipini fáa nýggjar motorar.

Sambært ætlanini skulu skipini verða klár at loysa aftur tíðliga í mai mánaða.

 

Aðrar landingar

Hesa vikuna er eingin upsi landaður í Saltangará.

- Trolararnir koma innaftur mánadagin. Tá vænta vit Stelk og Bak sum teir fyrstu - og møguliga Heyk og Falk í hølunum á teimum.

Garnaskipið Oknin landaði eini 10.000 pund av svartkalva í Saltangará í morgun.