Eysturbúgvin landar í Saltangará og Vesturbúgvin í Kollafirði. Tíðliga í morgin koma Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, sum eru á gulllaksaveiði, inn við fullari last.
Eysturbúgvin leggur veiðina upp í Saltangará - og Vesturbúgvin landar til Faroe Pelagic í Kollafirði.
Skipini eru full undir lúkurnar og hava umleið 250.000 pund av gulllaksi í part.
Tað er landingarmiðstøðin Kongshavn í Saltangará, sum landar veiðina hjá Eysturbúgvanum.









