Gulllaksarok í Leirvík

Fýra ísfiskatrolarar eru farnir á gulllaksaveiði, og á Tavuni í Leirvík hava tey havt úr at gera seinastu dagarnar

Fiskivinna

 

Hóast apríl mánaði ikki heilt er hálvrunnin enn, er Tavan í Leirvík longu farin at arbeiða gulllaks.

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landaðu fyrstu ferð 8. apríl, og tá høvdu skipini 345.000 pund tilsamans. Skipini vóru inni aftur í gjár, og tá hevði Eysturbúgvin, sum landaði hjá Beta, eini 230.000 pund og Vesturbúgvin, sum landaði á Toftum, hevði umleið somu nøgd.

Polarhav og Stjørnan hava eisini verið á gulllaksi. Skipini landaðu fyrstu ferð langa fríggjadag, tá tey høvdu 430.000 pund tilsamans. Skipini eru inni aftur í dag við stórari last.

Á Tavuni í Leirvík hava tey havt úr at gera, nú gulllaksavertíðin byrjaði beint undan páskahalguni.

Arbeitt hevur verið í skiftivaktum, men virkið hevur ikki megnað at tikið ímóti øllum gulllaksinum, sum higartil er landaður.

Sum skilst, hevur Atlantis í Vestmanna eisini heilfryst ein part av gulllaksinum, sum tey fýra skipini hava landað.

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, sum partrola og Polarhav og Stjørnan, sum eisini partrola, hava soleiðis landað tvær ferðir, síðan skipini fóru á gulllaks fyri bert fáum døgum síðan.

Á landingarmiðstøðini hjá Beta landaðu tey annars Heyk og Falk 6. apríl. Hetta var ein góður túrur, stívliga 500.000 pund av upsa tilsamans.

Undan halguni landaðu eisini Rókur, Lerkur, Stelkur, Bakur og Jaspis og Ametyst.