Gulllaksaprísurin setti met

Tavan hevur í ár goldið skipum og manningum millum 70 og 75 oyru meira fyri kilo av gullaksi.

Ongantíð áður hava skip og manning fingið so góðan prís fyri gulllaks, sum tey fingu í vertíðini í ár.

 

Eins og undanfarin ár, vóru seks skip aftur á gulllaksaveiði í ár, og tey fingu alla vertíðina 5 krónur fyri kilo, sum er millum 70 og 75 oyru meira enn í fjør, tá virkið fyrst læt 4,25 og seinni 4,30 krónur fyri kilo.

 

- Høvuðsorsøkin til, at vit hava kunnað goldið skipum og manningum meira fyri fiskin í ár, er, at prísurin á slógvi hevur verið betri enn undanfarin ár.

 

Jóan Magnus Rasmussen sigur, at tað serliga er Havsbrún í Fuglafirið, sum hevur keypt slógv frá Tavuni.

 

- Orsøkin til økta prísin á slógvi er ivaleyst, at minkafóður er í harðari kapping við laksafóður, og tað hevur so aftur havt sína ávirkan á rávøruprísin.

 

Spurdur, hvussu hann væntar, at árið í ár fer at vignast, sigur Jógvan Magnus, at ov tíðliga er at meta um tað enn.

 

- Vit høvdu aftur eitt gott ár í fjør við 6,8 miljónum krónum í avlopi, og vit vóna, at árið í ár eisini fer at roynast, sigur hann.

 

Jóan Magnus Rasmussen vísir tó á, at norska krónan er fallin við umleið 10% síðan í februar í ár, og tað kann ávirka úrslitið, tá umleið 70% av framleiðsluni hjá Tavuni verður seld til Noregs.