Føroyingum dáma so væl gulllaksafars, at tá Tavan í Lorvík í morgun lýsti við sølu í básunum í Vágsbotni, hevði stór mannfjøld leitað sær oman at keypa.
Tey, sum komu framvið í Vágsbotni í morgun, fingu ein hvøkk, tá tey sóu eina stóra mannamúgvu savnaða við ein stóran vøruvogn. Onkur helt fyri, at hetta mundi verða Reyði Krossur, sum býtti út mat. Men so var ikki. Tað vóru fólk frá Tavuni í Lorvík, sum seldu feskt gulllaksafars. Hetta farsið er sera vælegnað til frikadellur og knetti, og tí var bíðirøðin eisini long, tá gulllaksafarsbilurin legði at í Vágsbotni fyrrapartin. Vinnurásin hjá Rás2 var á staðnum og hevur frásøgn frá hesi góðu løtu í sendingini eftir klokkan 15 í dag.
Í vinnurásini í dag er eisini samrøða við bóndan í Kolturi, sum sigur, at Koltur er eitt paradís. Somuleiðis er prát við Bjarna Djurholm, løgtingsmann um íløgur í bleyt og hørð viðir, har hann ger upp við søgurnar um, at vit brúka meira íløgur til grót og betong enn til skúlar og ellisheim.
At endan í Vinnurásini hoyra vit frá oljuráðstevnuni sum var í Havn í farnu viku.