Gullkvinnurnar staðfestu sína støðu

Føroyameistararnir úr KÍ staðfestu sína støðu sum besta føroyska kvinnulið, tá tær koppaðu nærmastu kappingarneytarnir frá í fjør í Djúpumýri í gjár

Fyrsti stórdysturin hjá kvinnum var um vikuskiftið, tá B36 vitjaði føroyameistararnar úr KÍ í gjár. Klaksvíkskvinnur rópa seg ikki føroyameistarar fyri einki, og aftur í gjár staðfestu tær sína støðu sum bestu kvinnuliðið í føroyskum fótbólti. Rannvá Andreasen og Doris í Garði stóðu fyri málunum, tá tær úr Klaksvík koppaðu teimum næst bestu frá farna kappingarári.

Dysturin var tættur, og gestirnir smæddust als ikki. Tær høvdu møguleikar at leggja seg á odda, men tóku ikki av. Einstaklingurin Rannvá Andreasen syrgdi fyri, at KÍ legði seg á odda, tá seinni hálvleikur var átta minuttir gamal. Klaksvíkskvinnur høvdu ongar veruliga málmøguleikar, men tær revsaðu gestunum so dyggiliga. Doris í Garði avgjørdi dystin, tá hon var hægst eftir hornaspark og stýrdi bóltin í málið. Tá restaðu 10 minuttir.

Tveir aðrir dystir vóru í bestu kvinnudeildini um vikuskiftið. Í Vági vunnu argjakvinnur heili 5-1 á VB/Sumba, meðan nýggja felagsliðið, Víkingur, vann við tveimum málum móti ongum á útivølli móti Skála.