Jóannes Hansen
----
Tað er avgjørt ella mest sum avgjørt, hvør skal vinna FM í øllum kappingunum.
Einasta undantakið er í kappingini millum 6-mannaførini við monnum. Har er Sølmundur framvegis fremstur, hóast hann á vestanstevnu endaði á áttanda plássi og harvið einki stig vann. Fremsti avbjóðarin er Jarnbardur, sum við triðja plássinum í Sørvági togaði seg upp á 31 stig og harvið bara er eitt stig aftanfyri Sølmund. Tann av hesum báðum bátunum, sum verður fremri á ólavsøku, vinnur FM, um tað ikki lagar seg soleiðis, at Gongurólvur, sum er trý stig aftanfyri Jarnbard, leypir bukk um báðar favorittarnar og tríggjar aðrar bátar.
Í vánaligu líkindunum í Sørvági tók Tvørabáturin øll á bóli. Undanfarnu ferðirnar hevur hann ongantíð verið frammanfyri nummar seks!
Meistararnir
Jarnbardur við kvinnum og Erla Kongsdóttir eru einastu bátarnir, sum hava vunnið allar seks ferðirnar, og hesir báðir bátarnir tryggjaðu sær leygarkvøldið við sannførandi sigrum FM heitið.
Jarnbardur var sjey sekund frammanfyri Lóm, og Erla Kongsdóttir var meiri enn tólv sekund frammanfyri Sílið.
Gentubáturin úr Fuglafirði, sum man vera ársins kappróðrarbátur, hevur nú vunnið FM tvær ferðir í kappingini, ið hevur verið á skrá síðani 2005. Fyrra FM heitið vunnu tær í fjør.
Kvinnurnar á Jarnbardi hava vunnið FM tólv ferðir. Hetta er fyrsta FM heitið síðani 2007 og 2008. Merkisvert við ársins FM heiti er tað, at róðurskvinnan, Jannie Dam Jacobsen, leygardagin setti met. Hon er fyrsti kapprógvarin, sum hevur vunnið tíggju FM heiti.
FM á gáttini
Enn eina ferð var Klaksvíkingur omaná í øgiligari kapping við Suðuroying. Hesa ferð var munurin millum kappingarneytarnar á 1000 metra málinum eitt hálvt sekund. Suðuroyingur hevði stavnin undan, tá ið teir fóru undir endaspurtin.
Klaksvíkingar vóru darvaðir undan ferðini vestur í Vágar, tí Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, sum hevur verið fastur maður á lærinum og bátsformaður seinastu vikurnar, í vikuni gav avboð orsaka av sjúku. At tað eru umleið fimtan rógvarar knýttir at bátinum kom væl við leygardagin. Jón Syderbø, sum arbeiðir í Noregi, og sum hevur vant við, vikarieraði, og tað gekk so mikið væl, at Klaksvíkingur vann og á ólavsøku fer at vinna FM fyri fimtu ferð og triðja árið á rað.
Tað er ikki so ofta, at 10-mannafarið hjá klaksvíkingum vinnur í Sørvági. Síðsti sigurin undan honum leygarkvøldið var í 1970 ella fyri 43 árum síðani. Ta ferðina vunnu teir í vánaligum líkindum á 2000 metra teininum.
Undan vestanstevnuni hevði Argjabáturin vunnið allar róðrarnar uttan tann á sundalagsstevnuni, tá ið miðvingar vunnu. Hesa ferð var Miðvingur aftur bestur. Tað er bara á jóansøku, at Argjabáturin hevur vunnið stórsigur. Hinar ferðirnar hevur munurin verið ein bátslongd ella minni enn so, og soleiðis var tað eisini hesa ferð.
Argjabáturin er tvey stig frammanfyri Miðving. Tá ið tað bara eru hesir báðir bátarnir, sum taka lut, so ber tað ikki til hjá argjamonnum at sleppa undan FM heitinum, sum teir frammanundan hava vunnið ellivu ferðir.
Eftir at tær høvdu vunnið allar róðrarnar síðani á norðoyastevnu í fjør, kom á varmakeldu stígur í hjá kvinnunum umborð á 5-mannafarinum Havfrúnni við kvinnum.
Í Fuglafirði var tað Ørnin úr Sandavági, sum var fyrst á mál, og í Sørvági var tað Teistin av Argjum, sum hevði stavnin undan Havfrúnni. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at Teistin hjá Argja Róðrarfelag kom fyrstur á mál. Í 2004 vann Blikur tríggjar róðrar og FM heitið. Síðani tá hevur eingin kvinnubátur á Argjum vunnið nakran róður í hesi kappingini. At Teistin hevur staðið seg væl í ár sæst aftur á støðutalvuni, sum sigur, at á ólavsøku fara kvinnurnar á Argjum at vinna silvur í FM kappingini. Eingin ivi er um, at Havfrúgvin á ólavsøku fer at endurvinna FM heitið frá í fjør.
Dreingirnir á Drekanum hava verið rættuliga sannførandi. Á norðoyastevnu vóru teir eitt vet aftanfyri Royndina Fríðu. Síðani hava teir vunnið fýra ferðir, og stigatalvan sigur, at Drekin á ólavsøku fer at vinna FM. Fípan Fagra úr Klaksvík var næstfremst í Fuglafirði, og í Sørvági vunnu klaksvíksdreingir tætta endaspurtin ímóti havnardreingjum. Hetta var fyrsta ferðin síðani 2005, at Fípan Fagra við dreingjum vann ein róður. Fyri átta árum síðani vunnu klaksvíksdreingir fýra róðrar og FM heitið.










