Gullkorn við telduposti

Øll, ið hava atgongd til eina teldupostadressu, hava nú hvønn gerandisdag møguleika at fáa smá gullkorn úr Bíbliuni fram á telduskíggjan. Talan er um eina ókeypis og óbindandi tænastu, ið Blái Krossur Føroya stendur fyri.

Bíblian verður nógv lisin av føroyingum, men heimsins mest lisna bók er kortini drúgvur lesnaður, tí hon telur ikki færri enn 1236 síður. Ymiskt er, hvussu fólk lesa hana. Nøkur lesa ein kapitul hvønn dag, onnur lesa úr onkrari bíbliulesiætlan, meðan onnur taka sær eitt ella fleiri pappír mannakorn, ið kunnu keypast í handlum.
Nýggja tænastan hjá Bláa Krossi er í grundini bert ein dagføring av gomlu mannakornunum samsvarandi við tíðarrákið í dag, ið skiftir pappír út við teldupostar.
Blái Krossur hevur tó áður roynt hesa tænastuna, og fekk tænastan tá sera góða undirtøku.
- Vit høvdu ikki færri enn 250 haldarar og fingu nógvar positivar afturmeldingar frá fólki, ið vóru sera glað fyri eitt gott orð á vegnum í einum mangan strongdum gerandisdegi, sigur aðalskrivarin, Jaspur Langgaard.
Henda tænastan steðgaði vegna tekniskar trupulleikar fyri uml. tveimum árum síðani, men nú er so klárt at byrja aftur. Øll eru vælkomin at tekna seg sum haldarar, tí tænastan er bæði ókeypis og óbindandi. Um onkur ynskir at royna hesa tænastu, kann viðkomandi sjálvur fara inn á heimasíðuna www.blakross.fo og melda seg sum haldara av mannakornum.