Gullið liggur á silvurfati

Tað er neyðugt hjá Víkingi at vinna fulla úrtøku í Gundadali, um FM spenningurin skal verða varðveittur

Dreymurin um at endurvinna FM heitið árið eftir, at FM varð vunnið, er gamal í B36. Higartil er tað ikki eydnast, men nú er gulldeymurin heilt sterkur í sunnara húsinum í Gundadali. Eftir rimmar sigurin við Margáir fyri viku síðani hevur B36 fýra stig og betri málmun at geva av aftur til Víking, og haraftrat eigur B36 ein dyst á – og tað resta seks umfør.

 

Møguleiki er fyri, at FM heitið í kvøld fer at liggja á silvurfati frammanfyri B36 spælarunum. Næsti avbjóðarin, Víkingur, vitjar.

-Víkingur hevur møguleika at vinna bæði steypakappingina og landskappingina, og vit ivast ikki í, at víkingarnir koma í Gundadal fyri at røkka úrsliti, sum fer at halda teir í FM stríðnum. Eg sá teir vinna á NSÍ, og tað vísti, at tað verður torført hjá okkum. Vit hava sjálvsálit, og vit hava fult fokus á avbjóðingini seinapartin, sigur B36 venjarin Eyðun Klakstein.

Miðverjin Hørður Askham og álopsspælarin Philip Lund eru framvegis skaddir. Jákup á Borg, Andrias H. Eriksen og Eli Falkvard Nielsen eru tøkir aftur.

 

Eftir tveir javnleikin glapp tað fyri viku síðani aftur hjá Víkingi við 4-2 heimasigri á ÍF:

-FM møguleikin er horvin. Um hann aftur skal verða veruleiki, so skal B36 missa fleiri stig. Tað einasta, sum vit kunnu gera er at vinna okkara dystir, og tað fara vit at arbeiða fyri, tá ið vit fara í Gundadal, sigur Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen.

Tað kemur illa við, at Philip Djordjevic, sum hevur verið væl upplagdur í ár, er skaddur. Tað kemur væl við, at landsliðsspælarin Søvli Vatnhamar er tøkur aftur eftir leikbann.