Gullið er á veg í Gundadal

B36 ferðalagið er á veg suður aftur í høvuðsstaðin, har FM heitið verður fagnað á Vaglinum og so í Gundadali

B36 hevur fyri langari tíð síðani tryggjað sær FM heitið í 2015. Í dag hava tey í árstalsfelagnum fingið handað sjónligu prógvini fyri, at felagið hevur vunnið meistaraheitið fyri 11. ferð.

Eftir síðsta bríksl í góðveðrinum í Fuglafirði, har B36 setti punktum við 3-1 sigri og harvið togaði seg upp á 61 stig, vóru tað FSF formaðurin Christian Andreasen og FSF aðalskrivarin Virgar Hvidorb, sum handaðu spælarunum gullkrónurnar, áðrenn hjálparvenjarin hjá Eyðuni Klakstein og liðformaðurin Jákup á Borg annað árið á rað tók ímóti FM steypinum.

B36 ferðalagið er á veg suður aftur til Havnar. Móttøka verður á Vaglinum klokkan 18.30, og seinni í kvøld verður opið hús í syðra enda í Gundadali.