Gullið verður handað í stormi

Gullveitsla verður í ítróttarhøllini á Eiði í kvøld. 875 hava teknað seg, og høllin verður stúgvandi full.

Fyrsta takið er at fáa síðsta dystin avgreiddan. Hann verður við Margáir um eina løtu. EB/Streymur hevur vunnið FM heitið, og seinnapartin hevur størsti spenningurin snúð seg um, um dysturin fer at verða spældur.

Tað er nógvur vindur og ælingarnir eru øgiligir. Men spælararnir á silvurliðnum hjá HB og á gullliðnum hjá EB/Streymi hava hitað upp, og tað sama hava dómarin Petur Reinert og linjudómararnir báðir.