Gullið spøkir við Løkin

Sigfríður Clementsen og TB eru tætt at málinum, sum er at varðveita plássið í fremstu røð

Tað er stórur spenningur í NSÍ leguni, og tað er ikki frítt, at tað eru gulldreymar, og at gulldeymur er farin at kennast við Løkin.

Tølini siga, at NSÍ hevur vunnið størstu úrtøkuna átta tey seinastu umførini. Sjey sigrar og ein javnleikur og málmunurin 21-6 er orsøkin til, at FM vónin er birt aftur eftir 2-0 sigurin ímóti KÍ.

Síðsta NSÍ tapið var á útivølli ímóti TB 12. juni. Í meiri enn eitt fjórðingsár er einasti stigamissurin 0-0 ímóti HB á heimavølli í næstsíðsta umfari.

 

NSÍ hevur fyrr í ár spælt tríggjar ferðir ímóti TB – allar ferðir í Trongisvági. TB vann báðar landskappingardystirnar, meðan NSÍ við 2-1 sigri spældi seg víðari í steypakappingini, tá ið Klæmint A. Olsen noyddist at fara í málið at standa og bjargaði brotssparki frá Albert Adu, eftir at Símun Rógvi Hansen hevði sæð reytt!

-Tá ið vit taptu 3-1 í Trongisvági, var miðalaldurin undir 20 ár. Vit eru bæði fysiskt og taktiskt væl betri fyri nú, enn vit vóru 12. juni. Vit hugsa ikki um KÍ og Víking. Fyrsta treytin er, at vit vinna fulla úrtøku, sigur Árni Frederiksberg, sum ímóti KÍ staðfesti 2-0 sigurin við framúr máli.

Magnus H. Olsen og Jónleif Højgaard eru so mikið skaðadarvaðir, at tað ikki verður roknað við teimum seinnapartin.

 

Eisini TB venjarin, Sigfríður Clementsen, er jarðbundin:

-Okkum restar trý stig í at røkka tí, sum vit settu okkum fyri, tá ið eg fór suður. Fyrsti dysturin var 12. juni, tá ið vit vunnu 3-1 ímóti NSÍ. Vit hava vunnið fýra ferðir, tapt fýra ferðir, og einaferð er tað endað javnt. Vit hava vunnið lykladystirnar ímóti teimum, sum vit kappast við. Um tað seinnapartin eydnast at røkka eitt stig nærri málinum, so verða vit nøgdir, sigur Sigfríður Clementsen.

Hanus Mortensen og Poul Ingason er tøkir aftur eftir ávikavíst skaða og leikbann. Teitur W. Justinussen er farin av landinum í lestrarørinum og verður tískil ikki við.