Gulli Skovsgaard sjeyti

Í dag er Gulli Schiller Skovsgaard, Rosenalle 7a, Hareskoven, 3500 Værløse, 70 ár.

Gulli var yngsta av børnunum hjá Andreu og Osvald Schiller Johansson í Sjúrðargøtu í Havn. Bróðirin, Gunder, skraddarameistari, var elstur av systkinunum, hann hevði skraddaravirki í Tvørgøtu og seinni klædnahandil í Niels Finsensgøtu.
Gunder doyði í 1986.
Systirin, Lussi, var mong ár á Dampvaskarínum í Tórsgøtu. Lussi og Harry búgva í barnaheiminum í Sjúrðargøtu 11.
Gulli giftist Peter Skovsgaard, verkfrøðingi. Børn teirra eru Jens Osvald og Ann-Mari. Peter doyði í 1976.
Tá Gulli hevði fingið realprógv í 1950 fór hon á skrivstovu. Fyrst hjá Knud Lambaa, sum hevði heilsølu í Nólsoyarstovu í Gongini og síðani á Føroya Sildasølu, har hon var, til tey fluttu niður í 1963. Tey búsettust í Haruskógini, har Gulli síðani hevur havt bústað.
Seinni tók Gulli upp starv sum hjálparfólk í vøggustovu í grannalagnum. So væl treivst hon í starvinum, og so væl var hon umtókt ? bæði av starvsfeløgunum, børnum og avvarðandi teirra, at hon varð verðandi har øll árini til pensjónsárini.
Gulli hevur altíð dugað væl við fólki. Í Haruskógini fekk hon skjótt stóran vinarskara í grannalagnum, eisini skal verða nevnt, at hon javnan kom á gátt hjá eldri havnarkonu, har búði. Fría sinnalag hennara hevði alstóran týdningin ? eisini í víða vinarskaranum, sum eisini taldi arbeiðsplássið.
Heimkær hevur Gulli altíð verið, og hevur hon tíðan vitjað heim á klettarnar ? langur er listin altíð við nøvnum og adressum, hon má røkka, eingin gloymdur ? og vit ynskja henni av hjarta framvegis at vitja heima.
Føðingardagsbarnið er ikki við hús sjálvan dagin, tá er hon saman við vinfólki á Skagenleiðini.
jl