Gullið liggur á silvurfati í Gundadali

HB er stórfavorittur til seinnapartin í dag at tryggja sær FM fyri 24. ferð

Klokkan 15 verður fyrsta bríksl á Tórsvølli, har HB hevur vitjan av aldursforsetanum í TB.

HB hevur 65 stig, og næsti kappingarneytin, sum er KÍ, hevur 58 stig.

HB vann FM fyri fyrstu ferð fyri 65 árum síðani – í 1955 – og í dag hevur HB góðan møguleika at tryggja sær FM fyri 24. ferð. HB fer at tryggja sær FM í dag, um tað eydnast at vinna fulla úrtøku ímóti TB. So verður samlaða úrtøkan hjá HB 68 stig, og so fer tað ikki at bera til hjá avbjóðarunum at fáa HB aftur.

HB verður eisini meistari, um tað ikki eydnast KÍ at vinna fulla úrtøku í Runavík ídag.

Møguleikin hjá KÍ at endurvinna FM heitið er framvegis á pappírinum. Um HB ikki vinnur í dag, og um KÍ vinnur fulla úrtøku í dag og mikukvøldið, tá ið AB skal spæla útsettan dyst í Klaksvík, so fer KÍ sigur í síðsta umfari, sum verður leygardagin, tá ið HB verður gestur í Klaksvík at bera við sær, at KÍ fer at endurvinna FM.

Men tað er heilt upplagt, at tað longu seinnapartin verður greitt, at HB verður FM vinnari í 2020. Higartil hevur HB bara tapt tveir dystir – ímóti NSÍ og KÍ á útivølli – og higartil hevur HB bara spælt tveir dystir javnar – ímóti KÍ og NSÍ á heimavølli.

HB og TB hava dystast tvær ferðir fyrr í ár. Við Stórá í Trongisvági vann HB í sætta umfari 1-0, og í trettanda umfari vann HB í Gundadali 4-1.

Hjá HB eru René S. Joensen (lærkrikin) ogTeit Jacobsen (krossbandið) skaddir.

Heri H. Mohr er ivasamur (fótskaði), og Samuel Johansen Chukwudi er tøkur aftur eftir leikbann.

Hjá TB eru Musah Armah (knæið) og Eirikur M. Ellendersen (vøddaskaddur) ikki við.