Gullið liggur og bíðar á Skála

Kvinnur: Um EBS/Skála vinnur stig ímóti KÍ, so endurvinnur liðið FM

Næstsíðsta umfar í kvinnudeildini í fótbólti verður seinnapartin.

 

Toppdysturin verður á Skála, har KÍ verður gestur.

 

Bæði liðini hava 44 stig. Málmunurin hjá EBS/Skála er +58, og hjá KÍ er hann +39.

 

Liðini hava dystast tríggjar ferðir fyrr í ár í landskappingini. KÍ vann 4-0 á útivølli, so vann EBS/Skála 1-0 á heimavølli, og so endaði tað 1-1 í Klaksvík.

 

Støðutalvan sigur, at um EBS/Skála ikki tapir ímóti KÍ í dag, so fer EBS/Skála at endurvinna FM heitið.

 

Í síðsta umfari, sum verður leygardagin, skal EBS/Skála spæla á útivølli ímóti B68. Tá verður EBS/Skála stórfavorittur. Liðini hava dystast tríggjar ferðir fyrr í ár, og EBS/Skála hevur vunnið tríggjar stórsigrar – 8-1 og 4-1 á heimavølli og 8-2 á útivølli.

 

Um KÍ vinnur í dag, so verður FM stríðið púra opið fram til síðsta umfar.

 

KÍ vegurin fram til FM heitið er trongur. Umframt at vinna á Skála seinnapartin verður neyðugt at vinna á heimavølli ímóti HB leygardagin. Fyrr í ár hevur HB vunnið 2-1 á heimavølli ímóti KÍ, fyrri dysturin í Klaksvík endaði 1-1, og síðst liðini hittust, vann KÍ 2-0 í Gundadali.

 

Í dag skal HB spæla á útivølli ímóti ÍF/Víkingi. HB hevur 41 stig og málmunin +53. Á pappírinum ber tað framvegis til hjá HB at vinna FM. Men møguleikin hvarv mest sum, tá ið tað í síðsta umfari endaði 1-1 millum HB og EBS/Skála í Gundadali.

 

B36 fær seinnapartin vitjan av B68, sum síðsta fríggjakvøld vann fyri fyrstu ferð í ár. Tað var í útsettum dysti ímóti ÍF/Víkingi á heimavølli. B36 og B68 hava bæði fimm stig. Fyrr í ár hava tey spælt málleysan javnleik á Svangaskarði, 1-1 í Gundadali og so vann B36 3-1 á Svangaskarði.

 

ÍF/Víkingur – HB: Tóki Høghamar kl. 16.30

EBS/Skála – KÍ: Heini Viðoy kl. 16.30

B36 – B68: Stephan Petursson kl. 16.30