Fótbóltur
Í fleiri vikur hevur Jose Mourinho gramt seg um, at Manchester United mest sum altíð hevur dómararnar í sínum parti. – Nær hava teir seinast fingið eitt brotsspark dømt ímóti sær?, hevur Mourinho spurt ensku miðlarnar, tá hann hevur roynt at flutt fokus av sjálvum vøllinum í tætta meistarastríðnum í Onglandi.
Brotssparkið hjálpti ikki
Tí var tað kanska eisini lagnunnar speisemi, at eitt misnýtt brotsspark til mótstøðuliðið var tað, sum rættaði meistarakósina leygardagin. Í eini heldur linligari grannauppgerð hevði reyða Manchester-felagið lagt seg á odda, tá Ronaldo varð feldur. Ofta hevur Mourinho eisini gramt seg um, at Ronaldo fær ov nógvar gávur frá dómarunum, men hesa ferð var eingin sum helst ivi um, at Ball feldi Ronaldo. Tað hevði hann eisini gjørt nakrar ferðir áður í dystinum, og tað er neyvan ivi um, at sjónvarpsmyndirnar geva verjuspælaranum eitt longri leikbann, tá Ball eftir bara tveimum minuttum trampaði á ein liggjandi Ronaldo.
Eftir málið dovnaði dysturin av álvara. Alt bendi á ein tepran útisigur, tá dómarin brádliga dømti brotsspark til City. Aftur var Ball í brennideplinum, men eftir sjónvarpsmyndunum var ilt at síggja, hví brotsspark varð dømt.
Tað kundi sum so eisini gera tað sama. Manchester City hevur ikki skorað á heimavølli síðani nýggjársdag, og fyri aðru ferð á rað misnýttu teir brotsspark í heimadysti. Hesa ferð varð Darius Vasses settur at skjóta, men Edvin van der Saar í United málinum megnaði tó at bjarga illa skotna brotssparkinum.
Brotsspark feldi Chelsea
Tí var trýstið á Chelsea, tá teir sunnudagin vitjaðu hjá Arsenal. Alt annað enn trý stig sendu meistaraheitið til Old Trafford, og tað varð eisini endin á degnum.
Tað gjørdist eisini rættiliga vónleyst fyri Chelsea, tá dómarin rak Khalid Boulahrouz av vøllinum, eftir at hesin hevði togað Julio Baptista niður. Brotssparkið, sum spurdist burturúr, sendi Silva í kassan, og so var mótbrekkan enn brattari.
Tað eydnaðist Essien at javna fyri Chelsea, og tó at Joe Cole seinni fekk eitt mál kolldømt, so kundi Chelsea sum so ikki mótmæla úrslitinum nakað serligt. Heldur ikki, hóast hetta í seinasta enda tók meistaraheitið frá teimum.
Tað er nevnliga ikki á útivølli móti Arsenal, at gullið verður mist. Heldur munnu tey í Chelsea iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at taka av í dystunum móti Newcastle og Bolton, tá teir við sigri av álvara kundu lagt trýst á nýkosnu meistararnar.
Tænasta frá Wenger
Alt hetta kundi tó gera tað sama. Manchester United eru meistarar, tá teir mikukvøldið koma á vitjan á Stamford Bridge. At tað so fyrst og fremst er Arsene Wenger og Arsenal at takka, man eisini kennast sum eitt slag av lagnunnar speisemi fyri Sir Alex og hansara menn. Hóast alt, so hava teir við 28 sigrum av 36 møguligum - og imponerandi 83 málum í hesum dystum – gjørt sítt.