Gullið kom aftur

Eftir bronsumerki á seinastu oyggjaleikum vann Heri Ziska gull í klingruvarpi hósdagin, tá hann tveitti klingruna 45,28 metrar

Guernsey: Fjóðra føroyska gullmerkið á oyggjaleikunum gjørdist veruleiki, tá Heri Ziska hóskvøldið tók lut í klingruvarpi.
Undan hesum hevði Heri sagt, at um nýggi kastiteknikkurin hjá honum riggaði, so roknaði hann við gullinum, og hetta kom eisini at halda. Longu í triðja umfarinum, tá allir kastararnir framvegis vóru við, tveitti Heri klingruna 45,28 metrar, og hesum rakk eingin av hinum sjey, sum síðani royndu seg í sjálvum finaluumfarinum. Næst við var ein kastari av Rhodos, men tá hann í sætti royndini bert kom á 44,07 var eisini hann úti av kappingini.

Helt lyftið
Heri segði eisini undan kappingini, at hann vanliga kastar sítt besta kast á árinum á oyggjaleikunum, so soleiðis varð eisini hesaferð.
- Eg haldi sjálvur, at hetta var mítt besta kast síðani 1999, so hetta er nógv besta kastið í longri tíð.
Og teknikkurin riggaði eisini væl. Hevur tú gjørt eyka nógv við tann partin av venjingini seinastu tveir dagarnar?
- Nei. Eg var og kastaði eitt sindur fyrradagin, men annars hevur tað fyri tað mesta verið mental venjing, so eg var klárur í høvdinum í dag. Tað hevur minst líka stóran týdning.
Og tað tóktist heldur ikki at nerva teg í seinasta kastinum, at tú longu hevði vunnið. Hevði tað lættasta ikki bara at fara jublandi út og so bara tveitt klingruna onkrastaðni.
- Nei. Slíkt dugi eg slettis ikki. Arbeiðið skal gerast liðugt, somikið einfalt er tað, segði Heri at enda, áðrenn hann fór eftir gávuni, sum hann hevði lovað dóttrini undan fráferðini til oyggjaleikir.
- Eg segði við hana, at eg fór at koma heim við einum gullmerki, so tað er gott, at mann onkun tíð kann halda tey lyfti, sum eru givin, segði ein brosandi gullvinnari at enda.