Við tveimum silvurmerkjum og tveimum steypasigrum seinastu trý árini hevur EB/Stryemur so avgjørt verið við til at mynda føroyska fótbóltsoddin seinnu árini.
Og krúnan kann setast á verkið, tá teir í dag taka ímóti B36, sum saman við HB er á øðrum plássi.
Sum støðan er, so skal EB/Streymur bert hava eitt stig afturat, áðrenn teir kunnu rópa seg føroyameistarar, og bæði spælarar og áskoðarar eru til reiðar at taka hetta í dag.
Sæð burtur frá Briani Olsen, sum spakuliga er byrjaður at venja aftur, men sum nú er burturstaddur, eru allir mans hjá EB/Stryemi tøkir til dystin. Og so er spurningurin, hvussu venjararnir velja at blanda sær kortini hesaferð.
Hjá B36 er Klæmint Matras aftur tøkur, eftir at hann sat úti við leikbanni seinast. Bergur Midjord og Ingi Højsted hava verið hálvskaddir, og spurningurin erum, um teir eru tøkir, meðan Róaldur Jacobsen er burturstaddur við U19-landsliðnum.