Gullið kámaðist

Klaksvíkingar mundu missa vónina um gullmerkini, tá teir á heimavølli máttu lúta fyri væl leikandi SÍ

Mansflogbóltur

Flogbóltsfepurin, sum seinastu vikuna hevur herjað í Klaksvík, er kølnaður nakað.
Menninir hjá Mjølnir høvdu annars av álvara strítt seg inn í gulldystin við sigrinum á ÍF seinasta vikuskifti, og nú skuldu teir staðfesta oddastøðuna, tá SÍ kom á vitjan.
Tað gongst tó ikki altíð eftir vild, og tað máttu klaksvíkingarnir sanna, tí sørvingar sýndust at vera nógv treiskari enn so, at teir bara løgdu seg niður.

Fyri tað mesta var annars talan um ein sera javnan dyst sunnudagin. Sørvingar vístu longu í fyrsta settinum, at teir so avgjørt ætlaðu sær okkurt heim við aftur, og eftir at Mjølnir fyrst hevði vunnið eitt sett tepurt, gjørdu sørvingarnir tað sama í næsta settinum.
Eftir hetta var tað sum um spælið hjá Mjølni fór at hanga verri saman. Kanska mundi ivin um egnan mátt gera um seg, ella kanska var tað okkurt annað, men úrslitið kom eirindaleyst upp á talvuna. Sørvingar hildu nevnliga á fram við sínum spæli, og tó at munurin ikki var meira enn fýra bóltar, so mundi eingin ivast í, at hetta var uppiborið.
Skuldi Mjølnir venda dystinum, so skuldi hetta gerast í fjórða settinum, men tað var tó skjótt, at trupulleikar tóku seg upp. Sørvingar hildu áfram, har teir sleptu í triðja settinum, og rættiliga skjótt høvdu teir vunnið sær eitt fitt glopp niður til klaksvíkingarnar.
Hetta megnaði Mjølnir ongan tíð at tetta aftur, og so fingu sørvingarnir helst staðfest, at talan ikki var um nakra sensatión, tá teir kring jólini vunnu tvær ferðir á rað móti Mjølni.

Alt kann henda
Nú bert tríggir dystir eru eftir leika bar úrslitið við sær, at gulldysturin tykist mest sum avgjørdur, men tó ikki meira enn so, at ÍF hevur dystir móti øllum trimum silvurbiðlunum, og við einum tveimum óvæntaðum úrslitum her, stendur eisini gulldysturin opin.
Eitt er tó víst, og tað er, at silvurdysturin er víðopin. Mjølnir og SÍ hava nú bæði 11 stig, meðan Fram á fjórða plássinum hevur átta. Tað hoyrir tó til søguna, at Fram hevur ein dyst til góðar, og gevur hesin fulla úrtøku, er bert tað eina stigið á muni millum hesi trý liðini, so ivaleyst verða tað teir heilt smáu marginalarnir, sum fara at gera av, hvar ávíkavist silvur- og bronsumerkini fara.
Áðrenn teir fara at hugsa somikið langt, mugu sørvingarnir tó fara at fyrireika seg til steypafinaluna, har ÍF tekur ímóti. Betri upphiting enn tað sama kundu teir neyvan fáa, og so er spurningurin, um teir megna at endurtaka sigurin frá í fjør.