kappróður
Ólavsøkuaftan varð tað greitt, at bátar úr Vágum hava vunnið allar tríggjar FM kappingarnar millum kvinnubátarnar. Frúgvin úr Miðvági er gentumeistari, Ørnin úr Sandavági er kvinnumeistari millum 5-mannaførini, og Riddarin úr Miðvági er kvinnumeistari millum 6-mannaførini.
Í góðveðrinum sunnudagin varð skipað fyri móttøku í Sandavági og í Miðvági, og tað var týðuligt, at tað var fagnaður, gleði og sjálvandi stoltleiki um, at øll gullsettini endaðu í Vágum.
Tá ið spurt og fregnast verður í Vágum um orsøkina, er uppskriftin einføld. Tað eru eldsálirnar, sum uppmuntra ungdómarnar at manna bátarnar og at venja, sum eru fyrsta treytin fyri undanvindi, sigrum og meistaraskapum.
Sovornar eldsálir eru bæði í Sandavági og Miðvági. Ein av teimum, sum tað verður víst til, er Hansina á Plógv í Sandavági. Hon er formaður í róðrardeildini hjá SÍF, og hon hevur sentralan leiklut.
- Vit kenna ungu genturnar, og hvussu stinnar tær eru í eitt nú badminton. Tá ið vit hava uppmuntrað tær til at rógva, so ber tað bara til, um tað er onkur, sum vísir teimum áhuga, leggur teimum lag á og birtir uppundir. Tað er tað, sum vit her vesturi hava roynt at gera í mong ár, og tað er tað, sum ber úrslit við sær, er uppskriftin hjá Hansinu á Plógv, sum fegnast um gongdina bæði í Miðvági og Sandavági og um samstarvið, sum er millum bygdirnar.
Umborð á Riddaranum eru allar uttan ein úr Miðvági. Fleiri teirra eru skúlaðar sum rógvarar umborð á Ørnini úr Sandavági. Umborð á Frúnni eru tríggjar úr Sandavági, tríggjar úr Miðvági og ein úr Sørvági. Umborð á Ørnini eru allar uttan ein úr Sandavági.
Hvussu verður við framtíðini?
- Vit royna at seta við. Eg havi í ár sjálv stýrt Ørnini við gentumanning. Tær, sum rógva, fara nú í 9. flokk. Dóttir mín og eg eru úr Sandavági. Hinar fimm eru úr Miðvági. Tær hava víst stóran áhuga, og tær eru komnar væl eftir tí. Vit endaðu á sjeynda plássi á Ólavsøku, men munurin fram til nummar eitt var bara fimm sekund. Vit kappaðust leingi millum fremstu bátarnar. So kiksaði okkurt eitt lítið sindur, og so endaðu vit á sjeynda plássi. Marginalirnir vóru eisini hesa ferð smáir, men eg ivist onga løtu í, at genturnar fara at halda fram at rógva, og at tær næsta ár fara at standa seg betri, sigur Hansina á Plógv.
Hvussu við manningunum, sum í ár hava vunnið FM?
- Beint eftir Ólavsøku er alt eitt sindur óvist. Men tá ið tað líður nakað út á heystið, plaga nógvar av teimum, sum hava róð, at blíva spentar aftur. Tað ræður um at hava bul av rógvarum, sum tað ber til at fella aftur á, og samstundis at slúsa nýggjar rógvarar afturat.
Hví sæst so lítið til mannfólkini í Vágum í kappróðrinum?
- Uppskriftin er tann sama. Tað er neyðugt at finna onkran, sum vil taka sær av teimum. Vit høvdu manning til ein dreingjabát, men vit megnaðu ikki at taka okkum av teimum, sum vit vita, at tað eigur at verða gjørt, og so datt hetta niðurfyri. Tað er ikki tí, at dreingirnir ikki kundu havt áhuga fyri at roynt seg í kappróðri, veit Hansina á Plógv at siga.










