Gullið fór til Hoyvíkar

Eftir tríggjar fantastiskar finalur, har bara eittans málið var á muni hvørja ferð, gjørdust tað til endans hoyvíkingar, ið drógu longsta stráið og fóru avstað við gullinum fyri nøsini á KÍF, ið alt kappingarárið hevur verið á odda, men ikki megnaði at halda stand í avgerandi løtuni

Tíðin stóð still, hóast klokkan gekk. Kollfirðingar vóru í álopi, og høvdu rímiliga góða tíð. Men so kom al­samt meira og meira fjáltur yvir spælið, tí teir vistu, at sekundini gingu. Bara fýra slík vóru eftir, fekk KÍF tríggjarmeturkast í vinstru síðu. Liðið gjørdi uppstilling, spældi bólt­in til skjúttan, sum bleiv press­aður av H71-verjuni, so skotið fór við síðuna av – og so var tíðin farin.
Kollfirðingarnir boygdu høvdu og hoyvíkingar runnu í ein trunka á miðjuni, har spælarar og fjepparar hálsfevndust, hvørt um annað. Soleiðis end­aðu gullvónirnar í Kolla­firði, har tey í ár so gjarna høvdu ynskt sær ta bestu gávuna, nú stolta hond­bóltsfelagið fyllir 70.
So skuldi ikki verða, men koll­firðingar kunnu allíkavæl vera ernir av sínum ungu monnum, sum annað árið á rað vóru í finaluni um føroyameistaraheitið. Tað rakk ikki hesa ferð, men tað skal vera løgið, um fyrsta meistaraheitið hjá KÍF er langt burturi. Súrt er sjálvandi at hava verið á odda allan vegin og so tapa í finalunum, men soleiðis eru treytirnar, og tað var altso í finalunum, at veruliga styrkin skuldi vísast og prógvast.
Hetta var ein av hesum løgnu dystunum, har liðini bardust og stríddust sum fyri lívinum, sam­stundis sum ilt var at taka dagar ímillum, hvat teirra hevði munin. Sam­stundis hevði tú eisini hesa løgnu kensluna av, at um KÍF vann, so vóru øll glað…
Hinvegin var tað eina ella aðra­staðni stuttligt, óansæð hvør vann, tí í hvørgum føri var talan um nakað av teimum sigursvandu feløg­unum, ið vit altíð síggja fremst í fremstu røð. At ein FM-finala skuldi standa millum tvey feløg í høvuðs­staðar­kommununi og at hvørki Kyndil ella Neistin var við, vildi verið full­komuliga óhugsandi fyri nøkrum árum síðani. Men tað hevði so upp á ongan máta blivið tað sama, sum tað nú bleiv, tí tá hevði restin av landinum lagt líka í, hvør vann!

So javnt, so javnt
Nú blivu tað ikki kollfirðingar, ið vunnu, men hoyvíkingar skulu fáa rós fyri, at teir dugdu at vísa tað, sum júst sálaði Arnold Mærsk Mc-Kinney Møller plagdi at kalla »rettidig omhu,« tí sjálvandi vístu fólk sína gleði og fagnaðu sínum føroya­meistarum, men har bleiv ikki gjørt ov nógv av, og tað var týðiligt, at sigursfagnaðurin onkurs­vegna var merktur av eini stór­ari virðing fyri kollfirðingum, ið vóru til­svarandi skuffaðir og vón­brotnir.
Henda virðing kom í gjárkvøldið eisini til sjóndar á heimasíðuni hjá H71, sum skrivaði, at »tíverri er spælið soleiðis at bert ein kann vinna, men javnari kann tað ikki blíva, og slíkir spennandi dystir koma ikki fyri aftur í 100 ár.« Helst er nakað um tað, men skuldu tað bliv­ið júst hesi bæði feløgini, ið aftur møttust í einari finalu, skuldi ikki undrað, um tað sama saktans kundi endurtikið seg.
Í øllum førum passaðu finalist­arnir hesa ferð sum fótur í hosu, og hóast tað til tíðir var bæði hart og kontant, var talan um tríggjar fair spældar dystir. Og tað skal so sanniliga eisini vera løgið, um tað ikki fer at kóka inni á vøllinum, tá tað ger tað so nógv uttanfyri, sum tað gjørdi tað í stúgvandi fullu høll­unum mikukvøldið, leygardagin og í gjár, har fólk noyddust at møta fleiri tímar undan dysti fyri at tryggja sær pláss.
Allir tríggir finaludystirnir vóru soleiðis háttaðir, at bæði KÍF- og H71-fjepparar í hvørjum dysti sluppu upp á tindin og niður í dalin, og í øllum trimum førunum var sein­asta løtan so mikið full av drama og spenningi, at tað neyvan kann vera serliga gott fyri vanligar nervar. Leygardagin hevði eitt út­javn­andi mál í evstu løtu givið H71 meistaraheitið, og í gjár hevði eitt av sama slagi givið KÍF ein møgu­leika aftrat.
Nei, meira nervapirrandi og spenn­andi fær tað ikki verið!

Undirspælt ella ikki
Undan hesum kappingarárinum gjørdu vit eitt hondbóltsblað, har venj­arar ella onnur avvarðandi hjá feløgunum søgdu nøkur orð um, hvat væntast kundi, og tá var H71-venjarin, Kári Nielsen, í øllum før­um ein av teimum, ið gramdu seg um, at so nógv av tí unga fólkinum fór burtur at útbúgva seg, og at tað tí kendist eitt sindur strævið, at »tú bara byggir upp og ongantíð verður liðugur.« Og so endaði hann við at staðfesta, at »hetta er eitt sera ungt lið, vit hava nú, so tí hava vit av tí sama kanska heldur ikki sett okkum so øgiliga høg mál fyri kom­andi kappingarárið.«
So er spurningurin sjálvandi, um hetta niðurtónandi venjaraprátið bara hevði til endamáls at fáa øll hini til at halda, at H71 skuldi eingin vera bangin fyri, ella um hetta veru­liga var tað, sum Kári Nielsen meinti, at hann mátti bara royna at byggja upp og so vóna, at tað fyrr ella seinni skuldi geva úrslit.
Óansæð, so hevur hann sam­an við hjálparfólki sínum fingið mest møguligt burturúr, tí um­framt at H71 nú stendur sum føroya­meist­ari, var liðið eisini í steypa­final­uni og átti enntá tvey av fýra liðum í hálvfinaluni í tí kapp­ing­ini. Tað bendir meira enn so á, at hoy­víkingar onkrastaðni hava fingið fatur í rætta endanum, og spurn­ing­urin er so, um teir fara at halda fast ella um onnur eisini skulu sleppa fram at hondbóltsgullinum.
Kanska kollfirðingar hava lært so mikið nógv av at spæla FM-finalur tvey kappingarár á rað, at teir klára tað næstu ferð – men so skulu teir kanska ynskja sær onkra aðra mótstøðu, tí nú hava teir í øllum førum kent á egnum kroppi, at hoyvíkingar eru ikki mjúkir at strúka, tá mest stendur á…
Tillukku við føroyameistara­heit­inum, H71!