Vestmenningar hava leingi gingið og bíða eftir tí degi, tá ið teir endaliga tryggjaðu sær føroyameistaraheitið í manshondbólti 2005. Undan dystinum móti KÍF í Hoyvík leygardagin var greitt, at fekk VÍF bert tað eina stigið, so var meistaraheitið í hús.
Púra klárir til uppgávuna
Tað var sjón fyri søgn frá fyrsta bríksli, at vestmenningarnir vóru púra klárir til uppgávuna. Allir mans tóktust ógvuliga uppsetttir uppá, at meistaraheitið skuldi tryggjast móti kollfirðingum, sum hinvegin tóktust eitt sindur óttafullir um uppgávuna.
Kollfirðingar valdu at verja rættuliga offensivt, sum teir eru vanir, og millum annað vardu teir rættuliga frammalaga á bæði Sámali á bakkinum og á Daniel Rapa á miðjuni. Hetta hevði við sær, at tað gjørdist rættuliga opið aftan fyri verjuna, og hetta dugdu vestmenningar væl at gera sær dælt av.
Vengurnir hjá VÍF trektu nevnliga ofta inn á strikuna, og harvið drógu teir verjuna hjá kollfirðingum saman, og hetta gav sera gott pláss hjá VÍF at fara ígjøgnum úti í síðunum.
Tað hevur verið eitt eyðkenni hjá KÍF í ár, at teir hava valt eina rættuliga offensiva verju, sum teir vóna kann oyðileggja rútmuna í álopsspælinum hjá mótpartinum. Hetta hevur eydnast teimum mangan, men leygardagin gav hetta einki úrslit, tí vestmenningar høvdu ongar trupulleikar av at spæla móti offensivu verjuni, og tað er kanska enn eitt dømi um, hví VÍF er besta liðið í landinum.
Eli er nakað serligt
Tá lá rættuliga væl fyri í álopspartinum hjá vestmenningum, og serliga ein maður sum Áki G. Olsen hevði ein góðan. Ikki einans fekk hann fleiri góð mál, har hann at kalla bardi seg gjøgnum verjuna hjá kollfirðingum. Áki átti eisini heilt ofta næstseinastu hondina á bóltinum, áðrenn hann sat í netinum.
Í hinum endanum mundi verjan hjá vestmenningum spæla ein tann besta dystin hjá sær í alt ár, og tað sum verjan ikki fekk fatur á, tað tók ein serstakliga væl upplagdur Eli Müller sær av.
Eli hevur, síðani hann kom aftur eftir skaða, ivaleyst verið besti maður hjá vestmenningum. Í fleiri dystum hevur hann næstan einsamallur maður tikið mótið frá mótstøðuliðunum, og leygardagin var einki undantak í so máta. Tað var næstan líka mikið, hvat kollfirðingar royndu seg við, so tók Eli sær av tí.
Framúrskarandi málmansspælið hjá El Müller hevði við sær, at álopsspælið hjá KÍF gjørdist ógvuliga stirivið og fjáltursstungið, og menn vóru trekir við at royna seg.
VÍF bygdi sær tískil so við og við eina rættuliga trygga leiðslu, og tað gekk heldur ikki long tíð, so var dysturin og harvið føroyameistaraheitið avgjørt.
Bólttap í hópatali
VÍF-maskinan koyrdi sum í gomlum døgum, og neyðars Óla Kristian í málinum hjá kollfirðingum bleiv ferð aftan á ferð svikin av verjuni hjá sær. Tað var heldur ikki so, at kollfirðingarnir kundu steðga VÍF við at taka ein mann burtur úr, tí vestmenningar hava so nógvar streingir at spæla uppá, so tað ger ikki nakran serligan mun.
Tá ið so kollfirðingar sjálvir høvdu bóltin, var tað heilt ófatuligt at síggja, hvussu ofta teir púra óneyðugt tveittu bóltin út av vøllinum, uttan at teir yvirhøvur vóru trýstir av mótstøðumonnunum.
Tað var týðuligt, at tað gjørdist bara truplari og truplari hjá KÍF at fylgja við í dystinum, og sjáldan man eitt lið hava havt so nógv brúk fyri einum hálvleikssteðgi, sum kollfirðingar høvdu tað leygardagin.
Áki aftur á vøllin
Vestmenningar vóru á odda við sjey málum í steðginum, og teir koyrdu á við fullari ferð at kalla allan dystin. Tíðliga í seinna hálvleiki gjørdi stórskjúttin Áki Olsen so comeback á liðnum, og hann hevði bert verið á vøllinum í ein hálvan minutt, so var hann komin á máltalvuna.
At síggja til hevur tað ikki havt nakra ávirkan á Áka, at hann hevur verið burtur við skaða í ein góðan mánað, tí hóast hann einans fekk ein lítlan hálvleik á vøllinum, so gjørdist hann toppskjútti hjá vestmennginum við seks málum.
At sigurin hjá VÍF ikki gjørdist størri enn tey níggju málini, hevði eisini sínar orsøkir. Ein var tann, at so hvørt sum seinni hálvleikur leið, fóru teir gulu úr Vestmanna at hugsa meira um klokkuna enn sjálvan dystin, tí teir vildu bara sleppa at feira meistaraheitið. Hin orsøkin var tann, at ungi KÍF-málverjin, Jaspur Joensen, ið loysti ein meiddan Óla Kristian av tíðliga í seinna hálvleiki, spældi ein fínan dyst og hevði fleiri heilt góðar bjargingar.
Fult uppiborið
At VÍF nú í triðseinasta leikumfarið tryggjaði sær føroyameistaraheitið í manshondbólti er fult uppiborið. Teir hava verið nógv tað mest støðuga liðið í kappingini, og so hava teir eisini havt tað hepnið, ið eitt topplið skal hava.
Tá ið dystir hava staðið til at fara báðar vegir, hevur tað at kalla hvørja ferð fallið út til teirra fyrimun, og tað er ikki av tilvild.
Verður hugt at fólkinum, sum venjarin Dia Midjord hevur at ráða yvir, so kann eisini staðfestast, at tað er eitt sera væl samanspælt lið, ið vestmenningar hava. Teir allarflestu hava verið á besta liðnum hjá VÍF í mong ár, og útskiftingin hevur verið lítil og eingin.
Tá ið so vestmenningar fyri góðum mánað síðani vóru hart raktir av skaðum, vóru tað mong, ið høvdu hug til at avskriva VÍF sum meistaraskapskandidatar, men teir tóku øll á bóli og bara øktu um leiðlsuna hjá sær á stigatalvuni.
Profilar sum Ingi Olsen, Áki Olsen og Áki G. Olsen vóru burtur, og tí noyddust aðrir at taka ábyrgd á liðnum, og hetta hava teir gjørt so dyggiliga. Menn sum Eli Müller, Daniel Rapa, Harald Bjørgvin og aðrir hava veruliga blóma í seinastuni, og VÍF hevur við einum framúr góðum liðavriki seinastu vikurnar tryggjað sær meistaraheitið, sum teir vóru so sera nær við at vinna seinasta kappingarár.
Hóast vestmenningar longu nú eru meistarar, so er ikki væntandi, at teir fara at taka sær av løttum í teimum báðum seinastu dystunum. Komandi vikuskifti skulu teir til Havnar at taka dystin upp við arvafíggindarnir úr Kyndli, og tað er einki at ivast í, at vestmenningar ógvuliga fegnir vilja vinna tann dystin.
Í seinasta dystinum er tað so steypavinnararnir úr StÍF, sum koma á vitjan í Vestmanna, og tað hevði verið eitt virðuligt punktum fyri eitt flott kappingarár hjá VÌF, um teir endaðu árið við at hevna ósigurin í steypafinaluni, samstundis sum teir tóku ímóti gullkrónunum.
KÍF-VÍF 19-28(8-15)
KÍF: Regin Petersen 5(2), Rógvi Weihe 4, Arnbjørn Hansen 3, Teitur Joensen 3, Jaspur Joensen 1, Mirko Milinkovic 1, Gert Hansen 1, Jóan Pauli Olsen 1
VÍF: Áki Olsen 6, Áki G. Olsen 4, Sámal Joensen 4, John Zachariassen 3, Harald Bjørgvin 2, Agnar Joensen 2(1), Daniel Rapa 2, Sjúrður Poulsen 2, Johnny Joensen 2, Jákup Súni Andreasen 1
Brotskøst: KÍF 4(2), VÍF 3(1)
Útvísingar: KÍF 3, VÍF 4
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen - Dømdu ein góðan dyst, hóast dysturin ikki var serliga lættur at døma. Høvdu eina greiða linju, og tóktust allatíðina sera avgjørdir í sínum dómum.