Gullið er innanborða

6-mannafør kvinnur: Í dag megnaði Fortuna ikki at gera nakað við Sølmund

Fyri einari viku síðani kiksaði tað hjá Sølmundi, sum annars hevði vunnið allar róðrarnar í fjør og allar róðrarnar í ár.

Í dag var alt aftur, sum tað plagdi at vera. Sølmundur legði seg beinanvegin framum Fortunu úr Vestmanna, sum vann fyri einari viku síðani, og Sølmundur var fremstur allan teinin.

Stútt og støðugt øktist munurin millum tveir teir fremstu bátarnar, og á málinum var Sølmundur hálvaaðru bátslongd undan avbjóðaranum.

Sølmundur er sjey stig undan Fortunu, og harvið er FM heitið komið innum stokkin. Um tað skal detta útaftur, so skal Sølmundur ikki røkka á mál ella verða kolldømdur á ólavsøku.

 

1 Sølmundur 5:09.19

2 Fortuna 5:13.11

3 Smyril 5:19.24

 

FM

1 Sølmundur 41

2 Fortuna 34

3 Smyril 33