Í dag royndu vestmenningar annars at geva kapping yvir teir 2000 metrarnar. Eitt skifti var Vestmenningur eisini á odda, men miðskeiðis á málinum tók Eysturoyingur yvir, og so var at kalla leyst og liðugt.
Endin var, at Eysturoyingur vann róðurin við góðari bátslongd, og klintraði har við upp á 42 stig í FM-kappingini. Tað er fult stigatal. Vestmenningur hevur 30 stig.










