Gullið bíðar í Sandavági

Annan leygardag verður avgjørt, um tað verður Sandavágur ella Havnin, sum verður meistari

Sambært skránni skuldi 10. og síðsta umfar í talvkappingini fyri lið havt verið leygardagin 21. mars. Korona er orsøkin til, at spurningurin framvegis ikki er svaraður, hvør verður FM vinnari í talvi fyri lið.

Talvsamband Føroya boðar nú frá, at síðsta umfar verður annan leygardag. Tá verður tað avgjørt, um tað verður Sandavágs Talvfelag ella Havnar Telvingarfelag, sum fer at vinna FM gull. Sandavágs eigur heimavøll í síðsta umfari.

Sandavágs Talvfelag sigur soleiðis:

Vanliga verður seinasta umfar telva sum felagsumfar, har øll lið í øllum deildum savnast til ein spennandi og hugnaligan dag. Av góðum grundum ber hetta ikki til í ár, so dystirnir verða telvaðir sum einkult dystir á staðnum har heimaliðið hoyrir til.

Í 1. deild er stórur spenningur. Vit hitta HT í beinleiðis dysti um FM heitið. Vit hava 28 stig og HT hava 26½ stig. Hetta merkir, at HT skal vinna dystin við 2 stigum, um teir skulu yvirhála okkum. Fyrri dysturin í ár endaði 3½ - ½ til HT, so als einki er avgjørt.

Í 2.deild er minni spenningur fyri okkara viðkomandi. Vit liggja á 5. plássi við 15½ stigi. 4 stig niður til GT, ið í løtuni flytur niður og 2½ stig upp til bronsukrúnurnar. Mótstøðu liðið í síðsta umfari er RT, ið eins og vit hava 15½ stig. Fyrri dysturin millum liðini endaði 2-2.

í 3. deild liggur ST4 nr. 5 og ST3 nr.7. Við einum stórsigri og um onnur úrslit fella okkara veg, so kunnu ST4 sníkja seg upp á 3. plássi.
ST3 hava fríumfar og eru tískil lidnir við sítt kappingarár.