Gullið aftur til Fraklands

Franska manslandsliðið í hondbólti varðveitti seinnapartin heitið sum olympiskur meistari, tá liðið vann finaludystin ímóti Svøríki við 22 málum ímóti 21. Hálvleiksstøðan var 10-8.

 

Sviar vóru framman fyri 6-5, men so javnaðu fransmenn og fóru framum, og teir lótu ongantíð leiðsluna frá sær aftur.

 

Luc Abalo, Daniel Narcisse og Xavier Barachet skutu hvør síni fýra mál fyri Frakland, og Nicklas Ekberg var besti málskjútti hjá svium við seks málum. Hann gjørdist samstundis toppskjútti í allari OL-kappingini.

 

Frakland er nú bæði heimsmeistari og OL-meistari í manshondbólti. Sviar vóru sum vera man ikki nøgdir við at tapa, men tað var týðiligt, at teir høvdu fingið meiri burtur úr kappingini, enn teir og øll onnur høvdu roknað við frammanundan.