Gullhornini stolin

Donsku Gullhornini vórðu stolin av einum savni í nátt Tey bæði gullhornini, sum verða roknað millum teir virðirmestu fornlutirnar í Danmark, eru stolin av einari framsýning í Jelling, sigur løgreglan í Vejle.

Talan er um eftirgerðir. Tey upprunaligu gullhornini, sum vóru frá umleið árinum 400, vórðu stolin í 1802 og brúkt til at gera falskar myntir burturúr.

Løgreglan sigur, at hornini vórðu stolin tíðliga í morgun, og løgreglan leitar nú eftir einum svørtum bili, sum varð sæddur við savnið í Jelling um tað mundið.