Hondbóltspengar
Tá tað fyri nøkrum mánaðum síðani var greitt, at Føroyar í HM-undankappingini í hondbólti vórðu bólkaðar saman við Noreg, var gleðin um lutakastið stór í Hondbóltssambandinum.
Ikki so nógv tí ítróttarligu útlitini vóru nakað serliga góð. Noreg verður jú roknað millum sterkastu hondbóltstjóðirnar, so Føroyar skuldu ikki gera sær nakrar vónir um stig her. Men fíggjarliga varð hetta roknað sum sannur gloypibiti. Norska TV2 hevur seinnu árini varpað allar dystirnar hjá landsliðnum beinleiðis, og tí var stórur møguleiki fyri lýsingarinntøkum, sum lógu nakað væl omanfyri tað, sum annars er gjørligt at fáa í kassan her í Føroyum.
Sponsorar vilja síggjast
Men ætlaða gulleggið varð av ongum. Nýggjárskonsertin í Norðurlandahúsinum stóð fyri framman, og saman við valstríðnum viðførdi hetta eftir øllum at døma, at Sjónvarpið ikki segði seg hava møguleika at produsera og varpa dystin.
Eivind Jacobsen, formaður í HSF, var sum vera man harmur um støðuna, sum var íkomin, og hann duldi ikki fyri, at við hesum hevði hondbólturin í Føroyum mist ein gyltan inntøkumøguleika.
- Tær inntøkur, sum vit sjálvir kunnu skapa okkum í landsliðshøpi eru í ovurstóran mun tengdar at sponsorum. Og sponsorar vilja sjálvandi sleppa at verða sæddir. Tann møguleikan missa vit fyri ein stóran part, tá dystirnir ikki verða sjónvarpaðir, sigur hann.
Men talan var jú eisini um, at dysturin skuldi vísast í Noreg. Hevði tað ikki givið øktar møguleikar fyri lýsingum.
- Tað sigur seg sjálvt. Tá vildi tað kanska einamest verið norskar fyritøkur, sum keyptu sær lýsingarplássini, og tá vildi prísurin verið fleiri ferðir tað, sum føroyskar fyritøkur megna at gjalda, sigur Eivind Jacobsen, sum tó ikki vil seta tal á, hvussu nógv HSF kundi fingið inn á hendan hátt.
Hinvegin tykist hann ikki heilt avvísandi, tá spurt verður, hvørt tað snýr seg um nakrar hundrað-túsund krónur, so tað man ikki vera heilt av leið, um gitt veður, at missurin liggur eitt stað ímillum 200 og 300 tkr.
Útreiðslurnar niður
Spurdur beinleiðis, um nýggjárskonsertin var orsøkin til vantandi senditíðina, vildi formaðurin í HSF ikki gera stórvegis viðmerkingar.
- Teir (svf, blðm.) søgdu seg hava nógv at gera, og so var hetta altso ikki gjørligt, var einasta, sum formaðurin fekst at siga.
Men hvussu er og ikki, so ásannar formaðurin, at Hondbóltssambandið við hesum misti ein gyltan møguleika at skapa sær nakrar inntøkur.
- Vit høvdu sjálvandi vónað, at hesin dysturin kundi verða eitt gott ískoyti til raksturin hjá okkum. Men tær inntøkurnar eru so ikki til, og so mugu vit bara finna útav, hvussu vit kunnu skerja útreiðslurnar í aðrar mátar, sigur formaðurin í føroyska Hondbóltssambandinum at enda.
Eftir so spyrjandi hondbóltsáhugað, sum ikki duga at fata, hví tað ikki var gjørligt hjá Sjónvarpinum at senda frá dystunum. Onkur teirra tók til, at hetta neyvan hevði hent í fótbóltinum, um konsert og valstríð var samstundis, sum Frakland kom á vitjan. Tað er so neyvan nakað at fara skeivur av, men hinvegin vil tað neyvan vera ein dystur, sum Sjónvarpið sjálvt sleppur at framleiða.