Gulleggið á páskum

Fleiri hundrað milliónir Creme Egg verða seld á hvørjum ári, og eisini í Føroyum er sølan stór. Her kanst tú lesa um kremeggið og fáa hugskot um, hvat tey eisini kunnu brúkast til

Næstan 50 ár á baki

Síðani 1963 hevur Cadbury framleitt kremegg í núverandi skapi. Eggið gjørt úr tjúkkari mjólkasjokulátu og kremi, sum skal minna um eitt veruligt egg. Eggini verða framleidd á Bournville verksmiðjuni í Birmingham, og har verða umleið 1,5 millión egg gjørd um dagin. Áður vóru eggini framleidd í New Zealandi, men framleiðslan har steðgaði fyri fleiri árum síðani.



Bestseljari í Bretlandi

Kremegg er mest selda sjokulátavøra í Bretlandi fyrstu fýra mánaðirnar av árinum. Tá verða umleið 200 milliónir kremegg seld bert í Bretlandi. Roknað verður við, at Creme Egg merkið er vert eina hálva milliard krónur.


Avmarkað sesong

Kremeggini fáast bert frá Cadbury millum 1. Januar og páskirnar. Í 1980’unum royndi Cadbury at seta eggini til sølu alt árið, men í staðin fyri at selja meira, seldi Cadbury minni. Tí var tann søluætlanin slept aftur, og tí fáast eggini bert ein part av árinum.


180 kaloriur

Kremeggið hevur ymiska stødd á ymsum marknaðum. Men eggini, sum verða gjørd til bretska markanðin, og eisini enda í Føroyum, viga 39 gram og innihalda 180 kaloriur.



Eyðkendir litir

Kremeggini eru pakkað inn í foliu, har upprunaligu litinir vóru gult, reytt, blátt og grønt. Men grøni liturin var fyri nógvum árum síðani út við violett.