Sum kunnugt hendi tað sera óvæntaða í talvkappingin ifyri lið, at alt stóð á jøvnum eftir seinasta umfarið.
Hetta hevur við sær, at neyðugt er við umdysti, og nú er avgjørt, hvar hesin verður leiktur.
Talvsambandið boðar frá, at aulan í Kommunuskúlanum í Havn verður karmur um avgerðandi dystin millum Vestmenningar og Klaksvíkingar. Dystirnir byrja klokkan 13.00.
Reglurnar
Til umdystin eru greiðar reglur settar fyri, hvussu avgerðin verður, um tað enn einaferð stendur á jøvnum. Í fyrsta umfari verður nýggjur dystur við stuttari umhugsunartíð telvarður, og stendur aftur á jøvnum, verður snartalv telvað fyri at avgera, hvat lið verður føroyameistari í talvi.